Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Tiltøk

Títt Rúm: Í samband við at Títt Rúm er byrjað í Suðuroynni, verður almenn móttøka, mánadagin 20. okt. kl. 14.30 – kl. 17.00, í hølunum hjá Bláa Krossi á Valarabrekku 2, Tvøroyri.

Vit gleðast um, at endiliga kunna bjóða almenninginum framvið okkara nýumvaldu hølir. Blái Krossur bjóðar kaffi og okkurt søtt til góman. Umframt verða røður og forvitnisligir tónar eisini at hoyra.

Vit gleða okkum, at hátíðarhalda hesa løtuna saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni verður:

  • Edva Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya bjóðar vælkomin.

  • Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum ber fram røðu.

  • Tónleikaframførðsla við við Ásgerð Stenberg & Arnfinn Thomasen.

  • Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu ber fram røðu.

  • Alisa Hammer, leiðari í Títt Rúm, sigur nøkur orð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #