

Høgi tjetenski herovastin Adam Delminkhanov er særdur í álopi, upplýsur russiska verjumálaráðið fyri sjónvarpsrásini Zvezda sambært Reuters.
Meira verður ikki sagt um støðuna hjá herovastanum.
Fyrr í morgun var russiski generalmajorurin Sergej Goryachev dripin av ukrainskum missilálopi tætt við Zaporizjzja, sambært Al Jazeera og ukrainska miðilin Pravda, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo