Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-025/2026 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um kostnað av tunnilsbygging á landi

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvør er samlaði kostnaðurin av Dalstunlinum?

2. Hvør er kostnaðurin av Dalstunlinum samanborið við aðrar tunlar, ið eru bygdir á landi seinastu 8-9 árini (Fámjinstunnilin, Hvalbiartunnilin og tunlarnir Norður um Fjall)– fyri hvønn metur/kilometur og onnur saklig og sambærlig metingarvirði?

3. Hvussu nógv av kostnaðinum í Dalstunlinum er goldin til almennar veitarar og hvussu nógv til privatar veitarar samanborið við hinar tunlarnar, sum eru bygdir seinastu 10 árini?

4. Í rundum tølum, hvussu nógv er goldið til størstu veitararnar og hvørjar tænastur hava hesir veitt verkætlanini – í neyvari samanbering millum Dalstunnilin og hinar tunlarnar seinastu 10 árini?

5. Hvussu nógv av samlaða kostnaðinum av Dalstunlinum samanborið við hinar tunlarnar er goldið til útlendskar veitarar?

6. Nær er ætlanin, at arbeiðið við Tjørnuvíkartunlinum fer í gongd, og hvussu verða tøl og royndir, sum spurt er um omanfyri, brúkt til at taka avgerð um, hvussu Tjørnuvíkartunnilin (og seinni Gjáartunnilin) skulu gerast?  

Svar til spurning 1 
Dalstunnilin var liðugur og tikin í nýtslu 18. juli 2026. Dalbingar hava fingið eina góða farleið, sum lýkur øll nútíðar krøv til dygd, trygd og framkomuleika.

Landsverk hevur lagt til rættis og staðið fyri verkætlanini. Tunnilstoymið hjá Landsverki hevur borðað og sprongt tunnilin. Arbeiðið hevur verið skipað sum fakarbeiðstøkur við eini røð av føroyskum feløgum sum veitarar.  

Nýggja farleiðin til Dals kostar umleið 180 mió. kr. og nógv er komið búrturúr. Tunnilin er 2,2 km. langur, 500 m av vegi er dagførdur í Dali, og 2,5 km av vegi er dagførdur í Húsavík. Umleið 500 m av nýggjum vegi er gjørdur á Skálavíkarvegnum, og eitt stórt sving er eisini umlagt á Skálavíkarvegnum.  

Landsverk keypti tunnilsútgerð fyri 13,7 mió. kr.

Sí alt svarið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #