Føroya Skipara og Navigatørfelag: Bíðið ikki so leingi sum eg við at leita tykkum professionella hjálp og seta orð á kenslurnar, um tit nakrantíð koma út fyri eini hending, sum ávirkar tykkum sinniliga.
Tað vóru ráðini frá Kjartani Kjartansson, tá hann greiddi frá óhugnaligu februarnáttini í 1982, tá hann og hinir umborð á Sigurfara bjargaðu fimm russiskum sjófólkum, men samstundis máttleysir máttu síggja og hoyra aðrar 32 fara í harrans hendur.
Tað var í ódnarveðri og kavaroki eystan fyri New Foundland, at russiska farmaskipið Mekhanik Tarasov kom í havsneyð um náttina týsdagin 16. februar 1982, og føroyska línuskipið Sigurfari royndi at bjarga teimum 37 russisku sjófólkum, sum lupu ella blivu skolað út í ísakalda havið, tá skipið út ímóti morgni sakk undan teimum.
Kjartan Kjartansson úr Norðdepli, sum tá var 27 ára gamal, var dekkari við Sigurfara, og hann stóð sjálvur annar í dragiholinum lagnutungu náttina og stríddist við at bjarga sjófólkunum í tí ógvuliga ringa sjónum.
Kjartan var tískil ein teirra, sum ítøkiliga tók ódnartøkini at fáa teir fimm russisku menninar, sum blivu bjargaðir á lívi, inn um lúnningina á Sigurfara.
Tað kundi hann sjálvandi fegnast um. Hansara lutur lá ikki eftir, og hann lá ikki eftir hjá nøkrum av teimum 26 monnunum, sum vóru við Sigarfara henda saltfiskatúrin á Flemish Cap. Tí tað var onki annað enn eitt bragd, sum teir framdu hesa náttina. Teir blivu eisini allir kosnir hetjur og fingu eina móttøku sum slíkar, tá teir fimm mánaðir seinni komu aftur á Klaskvík. Seinni blivu teir eisini heiðraðir av Sovjetsamveldinum, sum Russland tá var partur av.
Hendingin fylgdi honum
Men aftaná var tað tó ikki gleði ella nakað innara nøgdsemi um at hava bjargað mannlívum, sum fylti sinnið á Kjartani.
Heldur var tað ønskriligu neyðarrópini, merkt av deyðsangist, sum hoyrdust frá russisku sjófólkunum allastaðni rundan um Sigurfara hesa ísakøldu ódnarnáttina, men sum manningin á Sigurfara í máttloysi bara kundi lurta eftir, tí tað var vónleyst at bjarga teimum, áðrenn kaldi sjógvurin gjørdi av við tey. Og síðan, eftir eini løtu, var tøgn. Ongin rópti longur um hjálp, og tá tað eydnaðist at fáa krøkt í onkran av teimum nógvu lýsandi bjargingarvestunum, ið syftust í stóru aldunum kring skipið, vóru tað bara deyðir kroppar, ið flutu í teimum.
Øllum hesum greiddi Kjartan frá, tá Føroya Skipara- og Navigatørfelag seinast bjóðaði til brúgvakaffi í felagshúsinum í Smærugøtu í Havn, og áhoyrararnir høvdu nógv at spyrja um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



