Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Svar uppá fyrispurning nr. 52-006/2025 sambært § 52 a í tingskipanini til Margit Stórá, landsstýriskvinnu frá Hans Jacob Thomsen, løgtingsmanni um tal av vinnuligum bústaðareindum

Spurningar: 
1. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá privatum fyritøkum?

2. Hvussu nógvar bústaðareindir í Føroyum eru ogn hjá eigarum, ið eiga meira enn eina bústaðareind?

3. Hvussu er býtið kring landið?

4. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um átøk, ið kunnu minka um lutfallið av vinnuligum bústaðareindum?

Svar: 
Tað finst í dag eingin skipað skráseting av teimum upplýsingum, sum biðið verður um í spurningi 1-3.  

Bygningsskráin hjá Hagstovuni gevur góða ábending um talið á bústøðum í landinum og um býti kring 
landið, men bygningsskráin sigur einki um ognarviðurskiftini. Upplýsingar um ognarviðurskifti eru 
skrásettar hjá Tinglýsingini, men við verandi skrásetingarhátti ber ikki til at taka hesar upplýsingar út í 
yvirliti (at gera úttrekk). Arbeitt verður við at talgilda tingbókina, og tá tingbókin er fult talgildað viðvíkjandi  fastogn, fer tað væntandi at bera til at taka nevndu upplýsingar út í yvirliti.  

Av somu orsøkunum, sum greitt er frá omanfyri, hevur landsstýriskvinnan ikki grundarlag fyri at svara upp á spurning 4 ella at staðfesta um verandi lutfall millum vinnuligar og ikki vinnuligar leigubústaðir er ein trupulleiki.  

Hinvegin er at siga, at spekulatión í bústaðaeindum kann hava stórar og álvarsligar samfelagsligar 
avleiðingar. Vit eiga øll at taka ábyrgd fyri, at bústaðir fyrst og fremst tæna, sum heim hjá fólki, heldur enn sum gistingarhús ella sum spekulatiónsíløgur. Tað er tí óheppið at neyvar upplýsingar um hesi viðurskifti ikki eru tøkar, og ynskiligt var, um hagtalsgrundarlagið á økinum var styrkt.

Sum landsstýriskvinna eri eg sinnað at taka stig til at kanna, hvussu til ber at fáa til vega eitt eftirfarandi 
yvirlit yvir bústaðarmarknaðin. Eitt slíkt yvirlit er neyðugt, tá støða skal takast til, hvørji átøk eiga at 
fremjast m.a. fyri at tryggja, at bústaðir fyrst og fremst verða nýttir sum heim, og fyri at kunna fyribyrgja, at spekulasjónskeyp og stutttíðarútleigan forða vanliga føroyinginum í at seta búgv. 

Margit Stórá 
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #