Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Á sum vit hava tað gott. Og sum vit hava tað væl uppiborið!
- Mærsk Mc-Kinney Møller
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-005/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.

Evni: Málførleikar og føroyskt sum annaðmál.

Spurningar:   
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at tryggja, at føroyskt sum annaðmál til vaksin verður styrkt samsvarandi við vaksandi tørvin, um fleiri útlendingar fáa varandi uppihaldsloyvi komandi árini?

2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?

4. Hvussu nógv fólk við varandi uppihaldsloyvi hava í løtuni rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og hvussu stórur partur av teimum taka av tilboðnum og fullføra tey ymisku málstigini, ávikavist A1-, A2-, B1- og B2-stig?

5. Hvussu nógvir undirvísingartímar eru játtaðir tilsamans um árið, og hvussu nógvum undirvísingartímum er veruligur tørvur á?  

6. Metir landsstýrismaðurin, at nóg mikið av fakliga útbúnum lærarum eru tøkir til at nøkta vaksandi tørvin?

Svar 
Til 1:
Á vári 2026 og á heysti 2026 verða skeið í føroyskum sum annaðmál boðin út á Føroyamálsdeildini fyri at menna núverandi undirvísarar og útbúgva nýggjar. Eisini er ætlanin at bjóða út útbúgving í føroyskum sum annaðmál í 2027. Hetta er partur av arbeiðinum at útbúgva fleiri undirvísarar í føroyskum sum annaðmál.

FSA - skeiðini (føroyskt sum annaðmál) fyri tilflytarar verða boðin út sambært løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál, og skal lógin eftirmetast í 2027. Fylgt verður væl við eftirspurningum eftir skeiðum, soleiðis at tryggjað verður, at tørvurin verður nøktaður. Skeiðini, sum byrja í august 2026, eru fult teknað á Glasi, meðan á Kambsdali og í Suðuroy er pláss fyri nøkrum næmingum afturat. Veksur talið av umsóknum nógv til framtíðar skeið, kann verða tørvur á meira fígging til fleiri skeið.

Til 2: Útlendingaøkið er ikki málsøki hjá landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum, men liggur hjá Vinnumálaráðnum.

Til 3: Útlendingaøkið er ikki málsøki hjá landsstýrismanninum í Mentamálaráðnum, men liggur hjá Vinnumálaráðnum. 
 
Til 4: Sambært løgtingslóg nr. 58 frá 29. mai 2024 um føroyskt sum annaðmál hava allir útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi og eru yvir undirvísingarskyldugan aldur sambært løgtingslóg um fólkaskúlan, rætt til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Øll sum tekna seg fáa boðið at luttaka á skeiði. FSA - skeið verða boðin út tvær ferðir um árið, í januar og august.

Á vári 2026 tóku 298 næmingar skeið í FSA. Í juni 2026 stóðu næmingar hesi stigini:

57 næmingar stóðu A1 
78 næmingar stóðu A2 
38 næmingar stóðu B1 
2 næmingar stóðu B2 

Til 5: FSA - skeiðini verða játtað eftir holdum. Í august 2026 byrja 20 hold, 7 á Kambsdali, 8 á Glasi og 5 í Suðuroy. Allir umsøkjarar, sum søkja innan freistin er farin, verða tiknir inn á FSA - skeið. FSA - skeiðini verða skipað í leiðum og stigum. Leiðirnar siga nakað um fortreytirnar hjá næminginum at læra føroyskt, meðan stigini siga nakað um, hvar næmingurin er í máltøkuni av føroyskum. Summi av skeiðunum, sum verða boðin út, hava hold við næmingum, sum eru á ymiskum stigum og fylgja ymiskum leiðum. Skúlarnir brúka her ymisk amboð at møta næmingunum á bestan hátt m.a. eyka lærarar til undirvísingartímarnar.  

Til 6: Í 2024 fingu 20 diplomprógv í føroyskum sum annaðmál frá Fróðskaparsetri Føroya.  Av teimum vóru eini 8 fólkaskúlalærarar, og fleiri teirra undirvísa í FSA í fólkaskúlanum. 17 undirvísarar eru knýttir at FSA – skeiðum til vaksin, sum byrja í august 2026. Av teimum hava 6 fulla FSA - útbúgving, og fleiri taka skeið, sum verða boðin út á Føroyamálsdeildini. Tørvur er tí á fleiri útbúnum undirvísarum til FSA – skeið fyri vaksin. Eisini verður møguligt hjá læraralesandi at taka føroyskt sum annaðmál sum linjufak á Námsvísindadeildini. Hetta er til lærarar í fólkaskúlanum.

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #