Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Beinir Johannesen, løgtingsmaður 
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður 
Evni: Skipan av almennum byggiverkætlanum

Spurningar:   
1. Verður gjørd ein nýggj skipan fyri almennar byggiverkætlanir?

2. Um ja, nær verður hetta sett í verk?

Viðmerkingar: 
Í juni 2023 samtykti Løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá Løgtingsgrannskoðarunum (lm. 99/2022), ið var soljóðandi:

“Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið  sum viðger, hvørjar reglur kunnu tryggja greiða leiðslu, ábyrgd og útinnan, tá ið almennar byggiverkætlanir verða framdar, og hvussu hesar reglur kunnu verða ásettar.”

Uppskotið kom eftir, at Landsgrannskoðanin eftir áheitan frá Løgtingsgrannskoðarunum hevði latið úr hondum frágreiðing um gongdina við byggingini av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Frágreiðingin staðfesti, at: - - - - - - verandi skipan í sambandi við byggiverkætlanir ikki virkar,  leiðsla og ábyrgd í sambandi við byggiverkætlanir eru ikki nóg greiðar,  upplýsingar eru lagdar fyri Løgtingið, sum ikki eru eftirfarandi,  upprunaligar og endurskoðaðar játtanir og kostnaðarmetingar fyri H-bygningin hava ikki hildið,  verkætlanin er seinkað fleiri ár og hevur ikki hildið upprunaligu og ei heldur endurskoðaðar tíðarætlanir, og  landsstýrisfólk hava ikki hildið sínar eftirlitsskyldur.

Niðurstøðan er greið og staðfestir, at verandi skipan ikki riggar, og tí eigur skipanin at verða broytt.

Síðan uppskotið bleiv samtykt, hava nakrir fundir verið í politisku skipanini um at endurskoða verandi leist, men nú skjótt trý ár eru liðin, fyriliggur enn onki úrslit.  

Tað eru ætlanir um nógvar byggiverkætlanir komandi árini, harav fleiri liggja í einari príslegu á hundraðtals milliónir. Tí hevur tað stóran týdning, at man broytir ta skipan, ið Løgtingsgrannskoðararnir hava staðfest ikki at virka, áðrenn man fer í holt við hesar verkætlanir.

Fyri at fáa greiðu á, um verandi skipan í sambandi við almennu byggiverkætlanirnar verður broytt, verður hesin fyrispurningur settur.  

Á Løgtingi, 26. januar 2026 
Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #