Tað kemur av og á fyri at bátar koma fram á rekar ella teir verða sæddir av fólki á landi. Slíkir rekar kunnu vera vandamiklir fyri skip og bátar, og tí eiga teir at verða tiknir upp.
Soleiðis var í gjár, tá Tjaldrið tók ein reka upp í Kaldbaksfirði.
Arbeiðið byrjaði klokkan trý korter til ellivu og tað tók ein tíma, skrivar Vørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



