N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Synergi: Dómsnevndin at velja Ársins leiðarar og Herðaklappið til millumleiðaran hevur nú valt Topp 3 Ársins Leiðarar 2026 – bæði innan almenna og privata geiran. Í dómsnevndini sita Árni Jakobsen, nevndarformaður SMJ, Alexandra á Dul, stjóri í sjúkrahúsverkinum og á Klaksvíkar sjúkrahúsið og Anja Rein, nevndarlimur í fleiri nevndum.

Topp 3 Ársins leiðarar
- Tignarligasti heiður, ið verður latin leiðarum í Føroyum

Almenni geirin – í stavrað eftir fornavni:
Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
Jóhanna á Tjaldrafløtti, Rótin
Jóngerð M. Nielsen, Vesturvón

Privati geirin– í stavrað eftir fornavni:
Gudny Langgaard, Nema
Kjartan Hansen, Kanjon
Ulla Joensen, Elektron

Herðaklappið til millumleiðaran
- Hægsti heiður, ið verður latin millumleiðarum í Føroyum

Umframt at kjósa Ársins leiðarar verður Herðaklappið til millumleiðaran eisini latið á degnum. Hetta er ein nýggjur virðismikil heiður, sum skal heiðra leiðarar á millumstigi, ið dagliga skapa úrslit, trivnað og framfýsni í teirra yrki sum millumleiðari. Hetta er aðru ferð, hesin heiður verður latin.

Ársins leiðarar verða kosnir á Leiðaradegnum á Hotel Føroyum fríggjadagin 30. januar 2026 kl. 13 - 17.

📍 LIVE stroyming á portal.fo
Herðaklappið til millumleiðaran: 30. januar kl. 15.55
Kjósanin av Ársins Leiðarum: 30. januar kl. 16.40

Áhugin fyri Leiðaradegnum er sera stórur – og plássini fækkast!
Vilt tú vera partur av degnum, har føroyskt leiðslutalent verður heiðrað? Har tú hittir leiðarar úr øllum Føroyum – frá bæði privata og almenna geiranum, úr bæði størri og smærri fyritøkum og stovnum?

Kom og styrk títt leiðslunetverk, og fá spildurnýggja vitan og íblástur at verða ein enn betri leiðari.

Tryggja tær pláss nú – tilmelding og nærri kunning á www.synergi.fo ella tlf. 322355

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #