07 Vestur á Facebook: Tór-Ingar Akselsen er settur sum nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum. Samstundis heldur restin av venjaratoyminum fram, soleiðis at støðufesti og kontinuitetur verða varðveitt.
Tór-Ingar kennir føroyskan fótbólt væl og hevur góðar fortreytir fyri at taka við uppgávuni sum høvuðsvenjari. Tór-Ingar er eitt kent andlit í felagnum bæði sum hjálparvenjari hjá besta liðnum og sum venjari hjá næstbesta liðnum við uppflyting úr 2. upp í 1. deild. Sum leikari hevur hann umboðað felagið í meira enn 200 dystum og kennir tí væl til umstøðurnar, felagið og tað arbeiðið, sum verður gjørt kring besta liðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



