Tað er lætt at semjast um, at vit hava ein haldføristrupulleika í Føroyum, men tað er munandi torførari at semjast um loysnirnar.
Seinastu 15 árini hevur hvørki ávísur flokkur ella samgonga megnað at loyst hesa avbjóðing. Orsøkin er einføld, men álvarsom: Loysnirnar krevja støðufesti og torførar avgerðir, sum røkka langt út um eitt vanligt fýra ára valskeið. Tað gevur onga meining at peika fingrar, tí allir politiskir flokkar hava verið partur av somu gongd.
Hvat tosa vit í roynd og veru um?
Áðrenn vit hyggja at loysnum, mugu vit skilja munin á tveimum hugtøkum: búskapinum og fíggjarpolitikkinum:
-
Føroyski búskapurin er haldførur: Vit eru eitt ríkt land. Vit eiga fólkið, vitanina og eitt ovurhonds stórt natúrtilfeingi í sjónum. Grundarlagið undir okkara samfelag er sterkt, og vit skapa stór virði á hvørjum ári.
-
Føroyski fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur: Hvørki uppá stutt- ella langt sigt - Tað er her, vit tosa um "fíggjarpolitiskt haldføri". Hugtakið lýsir, um tann almenni kassin (land, kommunur og grunnar) megnar at fíggja verandi vælferð í framtíðini. Hóast landið er ríkt, so fylgjast inntøkurnar hjá landskassanum ikki við vaksandi útreiðslunum.
Trupulleikin er ikki, at vit mangla ríkidømi, men at vit ikki hava megnað at bundið ríka búskapin saman við tann almenna fíggjarpolitikkin á ein tryggan hátt.
Rættvísi millum ættarlið fram um tøl
Haldføri er ikki bara turr tøl, búskaparfrøðilig hugtøk og grafar; tað er fyrst og fremst eitt lyfti til komandi ættarlið. Langtíðarhaldføri snýr seg í grundini um rættvísi millum ættarlið. Tað snýr seg um, at vit, sum liva og stjórna í dag, ikki skulu brúka pengarnar hjá okkara børnum og barnabørnum fyri at fíggja okkara egnu dagsins vælferð.
Hvat gera vit nú?
Skal fíggjarpolitikkurin gerast haldførur, krevst áræði at snara á teimum knøttum, sum av álvara flyta nakað:
-
Fiskatilfeingið, alivinnan og virðisøking: Vit mugu tora at spyrja, um samfelagið fær fullan valuta burtur úr okkara dýrasta tilfeingi. Tryggja vit okkum, at virðisøkingin og inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni koma samfelagnum til góðar á bestan hátt? Eitt haldført inntøkugrundalag krevur, at vit bæði umsita tilfeingið burðardygt og tryggja, at felagsognin gevur eitt støðugt og rættvíst íkast til vælferðina – eisini tá ið herðindi taka seg upp í búskapinum.
-
Fleiri bein at standa á: Vit mugu miðvíst styðja upp undir nýggjar vinnur. Búskapurin gerst ov viðbrekin, tá vit eru so tengd at fáum vinnugreinum. Við at skapa góðar karmar fyri nýhugsan, tryggja vit okkum fleiri fíggjarlig bein at standa á, so vit standa tryggari móti sveiggjum á heimsmarknaðinum.
-
Lívið á arbeiðsmarknaðinum: Vit liva longur og eru frískari longur. Tí er neyðugt, at eftirlønaraldurin fylgir við livialdrinum, so vit tryggja hendur til bæði vinnu og umsorgan í framtíðini.
-
Prioritering og effektivisering: Almenni geirin má nýhugsast. Vit kunnu ikki lata útreiðslurnar vaksa uttan steðg. Við talgilding og snildari arbeiðsgongdum kunnu vit flyta hendur hagar, tørvurin er størstur.
Ein nýggjur samfelagssáttmáli
Tað snýr seg ikki um at spara vælferðina burtur, men tvørturímóti um at tryggja hana. Skulu vit hava ráð til eitt gott heilsuverk og eina trygga eldrarøkt í 2050 og 2060, so mugu vit tora at seta kósina longu nú.
Hetta krevur, at politiska skipanin leggur vápnini og ger eina breiða semju, sum røkkur yvir fleiri valskeið. Tað er størsta gávan, vit kunnu geva teimum, ið koma eftir okkum: Eitt samfelag í búskaparligari javnvág, har vit tóku ábyrgd rættstundis, áðrenn vit mistu tamarhaldið á støðuni.
Árni M. Dam
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



