Tað er fyritøkan Laiderz við Ásvald Simonsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.
Nýggja rennibreytin er víðkað soleiðis, at tað eru 8 beinleiðis rennibreytir ístaðin fyri 6, og 4 sandgrøvir til longdarlop og trístøkk í staðin fyri tær báðar sandgrøvirnar, sum vóru áðrenn.
Rennibreytin stendur øll donsk og altjóða krøv, umframt ynskini hjá ítróttarfeløgunum í Tórshavn.
Høvuðsarbeiðstakari var Grettir við Andrass Andreasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



