Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum
Evni: Treytir og eftirlit viðvíkjandi útlendingum í Føroyum
Spurningar:
1. Eru persónar skrásettir sum verandi í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- ella uppihaldsgrundarlag, og hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at tryggja, at slíkir persónar ikki ólógliga verða verandi í Føroyum?
2. Hvørjar eru treytirnar fyri varandi uppihaldsloyvi (undir hesum áramál og møgulig inntøkukrøv)? Eru almennar veitingar (ALS, fiskavirkisskipanin) íroknaðar, tá ið krøv um vikuliga arbeiðstíð og onnur krøv verða gjørd upp?
3. Hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og í arbeiðsloysis skipanini?
4. Hvørjar eru treytirnar viðvíkjandi revsiváttan, tá um útlendska arbeiðsmegi ræður?
Viðmerkingar:
Eingin ivi er um, at útlendska arbeiðsmegin eigur sín stóra lut í vinnuliga og fíggjarliga framburðinum seinnu árini, og á tann hátt ber til at siga, at snarskipanin – Fast Track skipanin – hevur riggað. Hinvegin, so síggja og merkja vit øðrvísi og størri broytingar í føroyska samfelagnum, enn vit áður hava sæð. Broytingar, sum eru elvdar til av møtinum millum ymisk mál og rættiliga ymiskar mentanir.
Vit kunnu og eiga av røttum at spyrja, hvussu nógv vælferðarsamfelag okkara megnar at bera av eyka byrðum, áðrenn skipanirnar byrja at ridla og kanska enntá hokna.
Spurningurin er, um vit eiga at umhugsa at broyta mannagongdir og seta størri krøv, harðari treytir og betra um eftirlitið, tá tað um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar ræður.
Vit síggja avleiðingar av tilflytingini ymsastaðni í skipanum okkara, m.a. í fólkaskúlanum, á barnaansingarøkinum og tíverri eisini í virkseminum hjá barnaverndunum kring landið. Men tað tykist tó ikki at vera nóg stór vitan um vavið av tilflytingini til Føroya. Undirritaði metir, at Løgtingið hevur brúk fyri greiðum tølum og greiðum svarum um tilflytingina, soleiðis at vit á haldgóðum grundarlagi kunnu leggja ein útlendingapolitikk, sum hevur til endamáls at lata eftirkomarum okkara eitt gott, trygt og frælst vælferðarsamfelag í arv, og eitt samfelag, sum megnar at taka væl ímóti og lofta tilflytarum á skilabesta hátt.
Fyri at fáa greiði á nøkrum viðurskiftum viðvíkjandi treytum og eftirliti, tá um útlendska arbeiðsmegi og tilflytarar í Føroyum ræður, verða hesir spuningar settir avvarðandi landsstýrisfólki.
Á Løgtingi, 20. januar 2026
Bárður á Lakjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



