Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Politikkur

Børnini eru grundarsteinurin í samfelagnum, uttan tey steðga samfelagshjólini upp. Men tað eru eisini tey, ið tað gongur harðast út yvir, tá samfelagshjólini skulu mala skjótast.

Í dag er nærum ógjørligt, at verða ung familja við egnum bústaði. Uttan so, at bæði foreldrini arbeiða fulla tíð. Vit noyðast at lata okkara allar dýrabarastu, inn á vøggustovu og barnagarð frá morgni til myrkurs. Hettar er skeiv gongd, og tað rakar sálarliga harðast okkara ungu.

Trivnaðurin hjá okkara børnum lækkar, og tað eru fleiri og fleiri, ið hava brúk fyri sálarligari hjálp. Hettar kostar samfelagnum pengar í skeiva endanum.

Hettar skuldi heldur verðið brúkt uppá at gera tað lættari at verða familja. Til dømis størri fígging til eyka stuðul í barnagarðum, og lægri klassunum í fólkaskúlunum. So at man hjálpir teimum við trupulleikum so mikið tíðliga, at tey ongantíð koma at hava brúk fyri sálarfrøði ella serstovnum.

Tað vil ALTÍÐ vera foreldrini, sum best kenna síni børn - og vita tí eisini best, hvat teimum tørvar. Tí átti tað at verðið størri møguleiki hjá barnafamiljum sjálvum at skipa sínar gerandisdagar.

Foreldur at børnum undir skúlaaldur, eiga at kunna arbeiða niðursetta tíð uttan at vera bangin fyri at missa teirra starv.

Tað er ikki í lagi, at vit liva í einum vælferðar samfelagi, har barnafamiljur stríðast fyri at fáa endarnar at røkka saman, meðan onnur kunna brúka milliónir av krónum uppá at fylgja hondbólti í Oslo.

Nú er tíðin komin til at gera tað betri at vera barnafamilja í Føroyum.

X við lista B

X við Hans Kári Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #