Komandi skúlaár verða tveir nýggir fyrstuflokkar stovnaðir í TK: ein á Fløtum og ein í Sankta Frants. Trupulleikin er tó, at tað ikki eru nokk av børnum til tveir nýggjar flokkar. Hóast vit, foreldur at verandi forskúlabørnum, hava gjørt alt rætt sambært reglunum um skúlainnskriving hjá TK – og einki hava við nýggju flokkarnar at gera - eru tað nú kortini vit og okkara børn, sum sita við Svartaperi!
Tað stutta av tí langa: Fyri at behaga nøkur fá ónøgd foreldur, sum ikki hava virt innskrivingarreglurnar hjá kommununi, hevur TK í staðin skapt eina veldiga ónøgd hjá nógv fleiri foreldrum, sum hava fylgt øllum reglum.
Tapararnir eru okkara børn, sum hava gingið í forskúla saman hetta seinasta árið, men sum nú verða skrædd sundur fyri
at fáa Svartaper-spælið á Vaglinum at ganga upp.
Børn til EIN eyka flokk – men man stovnar TVEIR
Politiska samtyktin var annars, at fyri at nøkta skúlatørvin í Mið- og Vesturbýnum, skuldi Skúlin á Fløtum bjóða fýra fyrstuflokkar komandi ár, heldur enn tríggjar. Soleiðis høvdu øll børnini fingið skúlatilboð nokkso nær bústaðnum.
Fín avgerð – og málið loyst. Skuldi man trúð.
Men eftir at nøkur foreldur, sum búgva tætt við Sankta Frants, ilskaðust um, at teirra børn skuldu í skúla á Fløtum, kúvendi býráðið við Tróndi Sigurðssyni á odda. Nei, nú skuldi ein flokkur EISINI stovnast í Sankta Frants.
Trupulleikin er bara, at tað ikki eru nóg nógv børn til tveir eyka fyrstuflokkar. Sostatt byrja nøkur fá eyka børn á Fløtum – og nøkur fá eyka børn í Sankta Frants. Vóru hesi børnini EIN felags flokkur, hevði tað gingið. Men nú eru ov fá børn í báðum skúlum - og hvørgin kann telja sum ein flokkur.
Kortini eru nýggju børnini ov nógv til, at tey kunnu setast inn í verandi flokkar, sum jú longu eru fullir.
Og tí mugu verandi flokkar blandast av nýggjum. Tað rakar nú tey børnini, sum sambært galdandi innskrivingarreglum hjá TK hava gjørt alt rætt!
Avgerðin um forskúla
Tá ið børn okkara blivu 4-5 ára gomul, skuldi avgerð takast: barnagarð eitt ár afturat – ella forskúla? Hóast nógv fegin vildu latið børnini hildið fram í barnagarðinum, vóru treytirnar greiðar: innskriving í forskúla gevur rætt til skúlapláss. Fyri at tryggja børnunum skúlapláss í nærumhvørvinum, sendu vit tí børnini í forskúla.
Tríggir fullir flokkar byrjaðu í forskúlanum á Fløtum. Tveir fullir flokkar byrjaðu í Sankta Frans. Treytin var jú, at forskúlapláss gevur skúlapláss.
Vit skilja væl, at man vil hava skúlapláss í nærumhvørvinum. Tað er jú beinleiðis orsøkin til, at nógv okkara valdu forskúlan fram um barnagarðin.
Men tá ið skúlin er fullur, er hann fullur. Tí átti man at hildið fast um eyka tilboðið, sum varð skipað á SáF - bara 2,5 km frá Sankta Frants - og sum einans hevði innvolverað nýggju børnini.
Avleiðingarnar raka okkara óseku børn
Men á Vaglinum broytti man brádliga reglurnar, sum vit onnur hildu okkum vera tvungin at fylgja.
Og nú gongur kortspælið ikki upp. Tað eru ov fá nýggj børn til at skipa tveir nýggjar flokkar. Á Fløtum má ein verandi flokkur tí skræðast sundur.
Tað rakar børn, sum longu eru vorðin ein flokkur. Sum øll búgva í sama øki og tí natúrliga spæla saman, renna ímillum húsini og hava fylgst til og úr skúla alt hetta farna árið. Sum hava skapt relatiónir og funnið stevið saman.
Tað eru tey, sum nú verða rakt av skitna spælinum.
Tað var ikki hetta, okkum var lovað, tá ið vit skrivaðu børnini inn. Forskúlaflokkar halda sjálvandi fram saman - fingu vit at vita. Serfrøðin stuðlar eisini undir hesum. Tað er ikki ráðiligt at geva so smáum børnum so nógv kollveltandi skifti ár um ár.
Vit hava gjørt alt, sum kommunan hevur biðið okkum um. Eisini hóast vit ikki hava verið samd. Men nú fáa okkara børn kortini Svartaper.
Sama skil verður á Sankta Frants, tá ið forskúlabørnini har eisini mugu blandast av nýggjum.
Heldur enn nøkur heilt fá ónøgd foreldur, sum høvdu skulað koyrt børnini 2,5 km (!) í skúla, hevur TK nú út við 100 ónøgd foreldur! Og vit eiga kedd og spyrjandi børn, sum ikki skilja, hví hetta skal raka tey. Hví tey skulu skiljast frá vinum og grannbørnum.
Av øllum taktiskt vánaligum politiskum útspælum ber hetta prísin, halda vit.
Og tað gongur so beint ímóti tilmælunum frá skúlunum sjálvum.
Ein long, óstøðug innskrivingarskipan
Kommunan hevur zig-zaggað í innskrivingarpolitikkinum í fleiri ár. Havt reglur, men broytt tær, fyri síðan at broyta tær aftur – alt eftir, hvat foreldur hava klagað um. Eingin hevur kent seg tryggan við innskrivingarreglurnar. Nú hildu vit tó, at friður valdaði.
Men politikararnir hava nú enn einaferð býtt kortini av nýggjum – tí onkur einstakur ikki var nøgdur við sína hond.
Tey allar-allar-allarflestu vóru glað. Loysnin var samtykt – og loysnin var góð!
Men nú er góða loysnin vrakað fyri eina vánaliga.
Vit mótmæla STAÐILIGA hesum ætlanunum. Vit heita staðiliga á Trónd Sigurðsson og býráðið um at bakka og halda seg til ta hondina, sum upprunaliga var spæld.
- Gerið tað, sum er best fyri flest – heldur enn tað, sum er best fyri tey, sum rópa harðast.
- Gerið tað, sum er bíligast fyri okkum skattaborgarar! Tá tørvur er á EINUM flokki, latið so vera við at stovna TVEIR – bara fyri at spara nøkrum fáum børnum 2,5 km í skúla. Tit brúka longu fleiri milliónir til eyka hølir á Fløtum. Gagnnýtið tey!
- Haldið tykkum nú til spælireglurnar, sum tit sjálvi hava gjørt.
Latið verandi flokkar fáa frið og skipið tann eina flokkin á Fløtum, sum longu er politiskt samtyktur og sum kann taka ímóti øllum "eyka" børnunum í økinum.
Og latið mest av øllum vera við at lumpa Svartaper yvir á ósek forskúlabørn, sum absolutt ongan lut eiga í hesum ruðuleikanum.
Vinarliga - og við vón um, at fornuftin sigrar í hesum máli,
Forskúlaforeldur á Fløtum
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



