Trump ávarar eftir fráboðanir um, at Iran leggur minur í Hormuzsundið.
Iran brúkar skip, sum kunnu føra tvær til tríggjar minur, sambært norska TV2.
Minugoymslan í Iran er ikki kend, men seinnu árini hevur verið mett, at landið hevur millum 2.000 og 6.000 minur, sambært CBS.
– Hevur Iran lagt út minur í Hormuzsundið, og viy vita ikki um Iran ger tað, so vilja vit hava tær burt beinanvegin, skrivar Trump á Truth Social.
Trump sigur, at hernaðarligu avleiðingarnar fyri Iran verða á einum støði, sum er "ósæð áður", um hetta ikki hendir.
NEWS via @CBSNews: U.S. intelligence assets have begun to see indications Iran is taking steps to deploy mines in Strait of Hormuz shipping lane. Iran is using smaller crafts that can carry 2 to 3 mines each. While Iran’s mine stock isn’t publicly known, estimates over the years…
— Jennifer Jacobs (@JenniferJJacobs) March 10, 2026
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



