Tað verður kortini ongin 100% tollur á vørur sum kinesarar selja til amerikanarar. Tað hevur amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent, sagt við ABC News.
Scott Bessent hevur hitt kinesiska varðaforsætisráðharran, He Lifeng, og tað var eftir tann fundin, at hann dró í land aftur, hóast amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lovað at leggja risatollin á allan kinesiskan útflutning til USA.
Tað er bara tað, at forsetin helst hevði gloymt, at kinesarar hava buktina og báðar endarnar, eisini tí at nógv av tí sjaldsama málminum, sum verður brúktur í amerikansku tøknivinnuni, kemur beinleiðis úr Kina og illa kann keypast nakra aðrastaðni.
Kina hótti við at svara einum møguligum risatolli úr USA við at avmarka søluna av hesum sjaldsama málminum til USA.
Donald Trump og kinesiski starvsbróðurin, Xi Jinping, skulu í næstum eftir ætlan hittast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



