Kl. 02 føroyska tíð í nátt fer Donald Trump forseti at halda røðu Hvíta Húsynum.
Slíkar prime-time røður eru sjáldsama fáar, og Trump hevur sjálvur gjørt sítt til at skapa spenning:
– Talan verður um sera stór tíðindi, lovaði hann týsdagin.
Hvat røðan í roynd og veru fer at snúgva seg um, er enn ógreitt. Men amerikanskir miðlar siga einmælt, at eitt evni verður: umstrídda forsetavalið í 2020.
Amerikanski serfrøðingurin og ráðgevin hjá Civita Eirik Løkke hevur blandaðar væntanir til tað, sum skal koma:
– Vit mugu vænta nógvar lygnir og nógvar konspirasjónir, sum eru heilt absurdar frá einum amerikanskum forseta, sigur Løkke við TV 2.
Fleiri av stóru sjónvarpsrásunum í USA hava tikið avgerð um ikki at senda taluna beinleiðis, skrivar The New York Times.
Bæði ABC, CNN og NBC hava sagt við blaðið at vanligu sendingarnar verða ikki avbrotnar klokkan 21 tá Trump talar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



