Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja innflutningstoll upp til 100 prosent á útlendskar dronur.
Tað skrivar Hvíta Húsið á heimasíðuni.
Trump skrivaði hósdagin undir eina fyriskipan, sum merkir, at dronur og dronulutir verða álagdir ein toll uppá millum 10 og 100 prosent, tá innflutt verður til USA.
Innflutningstollurin er ætlaður at styrkja amerikanska dronuídnaðin og veitingarketuna, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



