Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bláar æðrar og hovin bein koma ikki av ongum, og í eina tíð hava gitingar verið um, at amerikanski forsetin ikki er frískur.

Men nú hava Hvítu Húsini latið almenningin vita, hvat tað er sum er galið við 79 ára gamla Donald Trump, forseta.

Og kroniska æðrasjúkan, sum hann hevur, er ikki nakað álvarsligt ella ókent ímillum fólk í hansara aldri.

- Hann fær lætt blá merki og hevur hovin bein og hovnar hendur, tað kemst millum annað av heilivági, hann tekur, og at hann í heilum skal taka í hondina á fólki, sigur talskvinna, Karoline Leavitt, hansara millum annað.

- Men forsetin hevur tað gott, onki álvarsligt er á vási, og hann gongur til regluligar kanningar hjá lækna, legði hon afturat. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo