Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at ein undir illgruna er handtikin fyri at hava dripið konservativa aktivistin Charlie Kirk.

Trump segði hetta í samrøðu við Fox News.

Í beinleiðis samrøðuni sigur hann, at tann handtikni er um 28-29 ára aldur.

Sambært Trump fortaldi onkur, sum var nær handtikna persóninum, um hann fyri løgregluni.

Tipparin var prestur, og pápi ákærda hevur eisini samstarvað við myndugleikarnar, upplýsti Trump.

Trump fekk eftir øllum at døma eina stutta kunning áðrenn samrøðuna.

- Eg kann taka feil, men eg sigi bara tað, sum eg havi hoyrt, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #