Fleiri stjórar í fyritøkum sum menna vitlíki hava rópt varskó og mælt til varsemi, tí teir stúra fyri, hvat vitlíki kann gera við mannaættina.
Bæði stjórin í OpenAI (ChatGPT), Sam Altman, stjórin í Anthropic, Dario Amodei og stjórin í xAI, Elon Musk, hava allir ávarað ímóti, at tað er skjótt at missa tamarhaldið á menningini, tí vitlíki kann byrja at menna seg sjálvt og í skeivum hondum elva til óbótaligan skaða.
Men amerikanski forsetin, Donald Trump, sær onga orsøk til at stúra.
- Vit eru mest framkomna land í heiminum, og soleiðis ætli eg, at tað skal blíva við at vera. Tann sum vinnur kappingina um vitlíki, hann vinnur alt, sigur amerikanski forsetin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



