Týsdagin segði amerikanski forsetin, at avtala er gjørd um at keypa pallin TikTok, skrivar Reuters.
USA fer at kunngera keyparan, sigur Trump.
Tað er ikki greitt, nær tað hendir.
USA og Kina endaðu mánadagin samráðingarnar um handil og TikTok í Madrid.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



