Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Gud gevi mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, eg kann, og vísdóm til at skilja munin
- Frants av Assisi
Politikkur

Hann fær ikki smoygt sær uttanum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skal rinda góðar 36 milliónir krónur í endurgjaldi fyri kynsligan ágang og ærumeiðing til høvundan E. Jean Carroll.

Amerikanski hægstirættur avgjørdi tað í dag, skriva millum annað Reuters, The New York Times og CNN.

Donald Trump hevði kært upprunaliga málið, men síðst í juni noktaði rætturin at viðgera hansara kæru, skrivar TV 2.

Hann hevur eftirfylgjandi biðið rættin um at umhugsa sína avgerð av nýggjum – og rætturin hevur nú aftur víst málinum frá sær, og harvið upplýst, at hann skal gjalda bótina.

Í einum øðrum máli, sum er knýtt at hesum, hevur ein kærudómstólur í New York álagt Donald Trump at rinda endurgjald, sum svarar til 83,3 milliónir dollarar – góðar 535 milliónir krónur – til høvundan fyri ærumeiðing, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #