Amerikanski forsetin, Donald Trump, fekk ikki viðhakld í at broyta ærumeiðingardóm, sum álegði honum at rinda 83,3 milliónir dollarar í endurgjaldi til rithøvundin E. Jean Carroll.
Upphæddin svarar til umleið 530 milliónir krónur.
E. Jean Carroll hevur ákært Trump fyri eina neyðtøku í 1996, og í 2024 varð Trump dømdur fyri ærumeiðing í sambandi við viðmerkingar um høvundin.
Sjálvur heldur Trump, at hann var undir forsetaimmuniteti, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



