– Í dag havi eg tann stóra heiður at stevna The New York Times fyri ærumeiðing, eitt av ringasta og mest degenereraðu bløðunum í søgu okkara, skrivar Trump í einum uppslagi, sum er lagt út klokkan 23:45. lokala tíð, skrivar TV2.
Trump heldur, at blaðið virkar sum "málgagn hjá radikala vinstravonginum í Demokratiska flokkinum" og at stuðulin hjá blaðnum til varaforsetan Kamalu Harris var "størsta ólógliga valstríðsgávan nakrantíð."
- The New York Times hevur alt ov leingi fingið loyvi at lúgva, slatra og spilla meg út – og tað steðgar NÚ, skrivar hann á Truth Social.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



