Alheims tollurin hjá Donald Trump forseta á tíggju prosent fer úr gildi fríggjadagin, men nógv bendir á, at hann fer at skifta hann út við ein enn hægri toll, skrivar iLaks.
Trump kunngjørdi sín heimstoll 21. februar, men í lógargrundarlagnum stendur, at hann bert verður galdandi í 150 dagar. Eftir tað krevst góðkenning frá kongressini.
Teir 150 dagarnir eru farnir fríggjadagin, og nógv bendir á, at Trump-stjórnin tá fer at kunngera ein nýggjan, hægri standardtoll á vørur úr øðrum londum.
Sambært óváttaðum fráboðanum kann tollurin verða 12,5 prosent.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



