Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-013/2025 eftir tingskipanini § 52 a til Beinir Johannesen, løgmann, frá Bjørt Lind, løgtingskvinnu, um smartglasses í almenna rúminum
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar váðar sær løgmaður, nú snildbrillur gera tað møguligt at taka myndir og filma fólk meir ella minni fjalt í almenninginum uttan at tey, ið verða filmað, eru varug við tað?
2. Eru galdandi reglur um upptøkur og um at deila myndir og filmar nøktandi, tá talan er um snildbrillur, sum kunnu taka upp, uttan at onnur týðiliga varnast tað?
3. Metir løgmaður, at tørvur er á serligari regulering av snildbrillum, eitt nú avmarkingum ella forboði í ávísum støðum?
Svar:
Til spurning 1
Eins og onnur tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, kann nýtslan av snildbrillum vera í ósamsvari við eitt nú dátuverndarlógina og revsilógina. Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív.
Til spurning 2 og 3
Snildbrillur og tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, eru ikki ólóglig í sjálvum sær. Tó kann nýtslan av slíkum tólum vera ólóglig. Eg meti tað vera av stórum týdningi, at hvør einstaklingur er varugur við egna nýtslu av tólum, sum kunnu taka upp myndir og filmar, og at hvør einstaklingur er varugur við, hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri ein sjálvan og onnur.
Ein hópur av nýmótans tólum, eitt nú leikur og ur, kunnu í dag taka upp ljóð, myndir og filmar, uttan at fólk varnast tað og tað kann tí vera trupult at lóggeva einans hvat snildbrillum viðvíkur, um ein ynskir at umganga ólógliga nýtslu av slíkum tólum. Harumframt sæst, at snildbrillur kunnu verða útgjørdar við vitlíkistøkni og setur hetta enn fleiri spurningar til nýtsluna av slíkum brillum og líknandi tólum í heila tikið.
Tað er tí av stórum týdningi, at vit fylgja væl við, hvussu tøknin mennist, hvussu okkara grannalond handfara spurningin, og hvussu vit tryggja persónliga frælsi hjá tí einstaka. Útfrá hesum fara vit at fylgja við í, um verandi lóggáva í nóg góðan mun verjir rættin til privatlív.
Løgmansskrivsstovan, 28. august 2026
Beinir Johannesen
løgmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



