Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Politikkur

Sambandsflokkurin er ein flokkur, sum ynskir at sameina eina sterka vælferð og frælsar vinnukarmar.

Vit vilja byggja eitt samfelag við einum sterkum búskapi. Einum búskapi, sum eg haldi, fyrst og fremst skal vera sterkur nokk til at taka sær av teimum, sum hava tørv á tí.

Áðrenn vit tosa um tunlar í milliarda klassanum.

Eg havi eina sterka trúgv um, at nýhugsan og ábyrgd skulu løna seg. Vit mugu hava eitt vinnulív, har ein torir at føra ein nýggjan tanka til veruleika. Tað er har, at arbeiðspláss, trivnaður og møguleikar verða skaptir.

Vit mugu tíverri staðfesta, at vit liva í eini tíð við nýggjum avbjóðingum. Tað er kríggj í Evropa og trýstið á økið, vit liva í, økist meira og meira. Vit mugu tí ásanna, at hetta hevur gjørt trygdina meira óvissa.

Tað er ikki nú vit skula klamsa við hurðum og standa einsamøll. Í míni verð, er tað eingin ivi um, at tað er bara ein kós at velja  - tað er tann trygga.

Í ríkisfelagsskapinum eru Føroyar tryggari.

Atli F. Johansen
Valevni fyri Sambandsflokkin 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #