- At varða um viðgerðartrygdina hjá føroyingum, tá teir gerast sjúkir, er ein av høvuðsraðfestingunum í sosiala politikkinum hjá Sambandsflokkinum. Tí er neyðugt við fleiri plássum á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Sjúklingahotellið í Keypmannahavn hevur í longri tíð havt mangul uppá pláss. Føroyska sjúkrahúsverkið hevur eitt neyðugt samstarv við danska heilsuverkið, sum ger tað gjørligt hjá fleiri føroyingum at fara til Danmarkar at fáa viðgerð, ið ikki kann fáast í Føroyum.
Føroyingar, sum skulu til Danmarkar at fáa viðgerð, uppihalda seg vanliga á sjúklingahotellinum, sum er í Keypmannahavn. Hetta er við til at gera eitt heimligari, føroyskt, umhvørvi.
Men í longri tíð hevur plássmangul verið – og hetta má broytast.
Sambandsflokkurin vil styrkja sambond og samstørv innan ríkisfelagsskapin, og tí er okkara ynski, at man útbyggir sjúklingahotellið í Keypmannahavn, soleiðis at fleiri pláss verða og føroyingar hava eitt trygt stað at vera, tá teir noyðast til Danmarkar at fáa viðgerð.
At røkja sambondini við Danmark og gagnnýta fyrimunirnar, sum eru í ríkisfelagsskapinum, er okkara greiði politikkur – men hetta krevur, at vit røkja tey sambond, vit hava.
At slíta sambandið við Danmark hjálpir ongum, men skapar heldur eina ótrygga støðu.
Tí havi eg sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, ein §52a fyrispurning um samgongan ætlar at bøta um plássmangulin á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, og um hon er sinnað at samstarva við donsku stjórnina um hetta málið.
Bárður á Steig Nielsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



