Eg havi staðið á bíðilista í 3 ár. 3 ár – og eri enn ikki sloppin framat.
Av tí at eg havi ADHD, og tvær døtur eisini hava, veit eg hvussu týðandi tað er at fáa skjóta hjálp. Men veruleikin er, at bíðirøðirnar eru ov langar.
Tíbetur eru vit útgreinað privat og hava fingið hjálp tann vegin. Men tað er ikki rætt.
Tú mást gjalda sjálvur – um tú vilt hava hjálp. Og tað eru nógv, sum ikki hava tann møguleikan.
Eg tori ikki at hugsa um, hvar eg og døtrarnar høvdu verið, um vit ikki fingu hjálp, tá ið vit høvdu brúk fyri tí.
Eg veit hvussu tað er at bíða.
Eg veit eisini, hvussu nógv lívið kann broytast, tá hjálpin endiliga kemur.
Ofta venda fólk sær til mín og spyrja, hvat tey skulu gera, tí tey stríðast við at vera ódiagnostiserað.
Eg havi ikki bara at tosa – men gjørt nakað:
150.000 kr til ein film um ADHD
80.000 kr til ADHD felagið
Ikki bara orð. Handling.
Men spurningurin er: Er tað veruliga soleiðis, vit vilja hava tað?
At hjálp er fyri tey, sum hava ráð – og bíðilisti fyri restina?
Hvat heldur tú?
Jens Jákup Hansen
Valevni fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



