N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Suðuroyartunnilin er lívæðrin fyri tvær oyggjar. Nú er at vóna, at henda verkætlan verður til veruleika og gagns fyri hesar báðar oyggjar, sum harvið koma at blóma aftur.

Skúvoyggin var ein livandi oyggj, sum breyðføddi 177 fólk, tá vit vóru flest her í oynni. Her var fuglur, fiskur, seyður og neyt. Við nýggjari farleið, kann ferðavinnan eisini blóma á hesi oynni.

Her liggur gulleggið – at tað kann byrjast upp á Suðuroyartunnilin í Skúgvi eisini. Og harvið kann byggitíðin styttast eini tvey ár.

At tosa um, at havn ikki kann byggjast í Skúgvi er ørvitistos.

Her í Skúgvi varð ein garður stoyptur fyrst í 1900, har betong varð fylt í sekkir og jarnstengur settar niður í helluna. Hesin garður hevur staðið í 125 ár ár í briminum, sum tit tosa um – stendur enn óskalaður.

So latið nú Jón Sigurðsson og Kristian Stórhamar ráða fyri hesi leið – tá er hon í tryggum hondum.

Har ið borað verður, býr ongin lundi, og økið er væl egnað til at byggja havn.

Byrjið tunnilin norðanvert við Múlan á Sandi. Sandoyartunnilin varð fluttur har munnin er nú, til tess at tú kundi koma út tunnlinum og koyra beint inn í Suðuroyartunnilin.

Eg vóni, at okkara politikarar hava dirvi til hetta, at hava eina trygga farleið til hesar oyggjar, so framburður verður aftur, bæði í Suðuroy og Skúvoy.

Tá val eru, minnast tit til okkara. Tað hevur hent seg, at menn sýnast falnir úr løgtinginum, og onkur flokkur hevur vunnið mannin aftur av atkvøðunum úr okkara oyggj.

Vinarliga
Tummas Frank Joensen
Beinisvegur 10
260 Skúvoy

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #