Kavbátur, sum verður brúktur til at føra ferðafólk niður til Titanic, er horvin.
Farið er undir eina bjargingarroynd í dag, skrivar bretska BBC, sum hevur tosað við vaktartænastuna í Boston í amerikanska deilstatinum Massachusetts.
Sambært The Guardian - sum eisini hevur tosað við bjargingartænastuna - vóru fimm fólk við á ferðina, skrivar danska TV 2.
Hetta er fimta ferðin hjá OceanGate niður til Titanic-vrakið, sum byrjaði í síðstu viku og skuldi enda hósdagin, sambært Reuters.
OceanGate bjóðar eitt pláss á hesi átta dagar ferðini fyri 250.000 dollarar per persón.
Submarine exploring Titanic wreck missing, search underway https://t.co/wP0zVZ6A7Q pic.twitter.com/qXTvRj8Wir
— Reuters (@Reuters) June 19, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo