Haderslev Domkirkes Pigekor er eitt av fremstu gentukórunum í Danmark. Í kórinum eru 39 sangarar í aldrinum 13–20 ár. Kórið er sera virkið og framførir á hvørjum ári 15–20 ferðir bæði í Danmark og uttanlands. Tey syngja til konsertir, gudstænastur og onnur tiltøk.
Genturnar hava kórvenjing og bólkavenjing hvørja viku, og tær fara eisini á kórferðir. Harumframt fáa tær sangundirvísing einsæris frá royndum sangarum og sanglærarum. Kórið varð stovnað í 2010 og hevur síðan tá ferðast regluliga bæði í Danmark og uttanlands.
Gentukórið byggir á donsku sálma- og sangsiðvenjuna og er stolt av hesum arvi. Samstundis syngur kórið nógvan ymiskan tónleik og roynir at binda tað gamla og tað nýggja saman. Kórið syngur bæði stór klassisk verk og einfaldan einraddaðan sang. Alt verður framført á høgum støði og við einum eyðkendum norðurlendskum kórklangi.
Síðan august 2025 hevur Mogens Fangel Damm stjórnað gentukórinum.
Gøtu Kirkju Ungdómskór varð stovnað 1 ár seinni enn Haderslev Domkirkes Pigekor, nevniliga í 2011. Símun Hammer hevur verið kórleiðari øll árini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



