Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, tað eru bara tvey ting sum eru óendalig. Alheimurin og fávitskan hjá mannaættini. Men eg eri ikki heilt vissur í tí fyrra
- Albert Einstein
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-042/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Magna Højgaard, løgtingsmanni, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, um sosialar miðlar og avmarkingar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:   
1. Hvat er status viðvíkjandi arbeiðinum at seta aldursmark á sosialar miðlar?

2. Verður arbeitt við nøkrum ítøkiligum, sum landsstýrismaðurin kann vísa á, t.d. hvørjar miðlar talan verður um?

3. Verður arbeitt við innritanarmøguleikum, sum t.d. eini app, ið skal góðkenna aldurin á tí, ið loggar á sosialar miðlar?

Svar 
Til 1:
Arbeiðið við at lýsa, hvussu eitt aldursmark á sosialar miðlar kann setast í verk í Føroyum, er farið í gongd.

Ein tvørgeiraligur arbeiðsbólkur við umboðum úr fleiri aðalráðum arbeiðir við málinum.

Arbeiðsbólkurin skal m.a. lýsa føroysku støðuna, viðkomandi gransking og vitan, royndir og lóggávu í øðrum londum, tøkniligar og løgfrøðiligar møguleikar og avbjóðingar, umframt fyrimunir og vansar við ymiskum átøkum, eitt nú einum aldursmarki.

Arbeiðsbólkurin hevur higartil havt tveir innleiðandi fakligar hoyringarfundir. Á fyrra fundinum luttóku serkøn umboð fyri Talgildu Føroyar, Undirvísingarstýrið, Nám og Námsvísindadeildina.

Har varð serliga hugt at tøkniligum møguleikum og avbjóðingum og at møguligum loysnum. Á seinna innleiðandi hoyringarfundinum luttóku umboð fyri SSP og fakfólk við serligari vitan um børn, ung og sosialar miðlar. Har varð serliga viðgjørt, hvørji árin sosialir miðlar kunnu hava á børn og ung, og hvørji viðurskifti arbeiðsbólkurin eigur at kanna nærri.  

Næsta stigið er ein breið hoyringartilgongd, har ætlanin er at hoyra myndugleikar, granskarar og fakfólk, skúlar, heilsu- og sosiala økið, barna- og ungdómsfelagsskapir og aðrar viðkomandi partar. Serligur dentur verður lagdur á at hoyra børn og ung beinleiðis. Ætlanin er m.a. at hava serstakar hoyringar við næmingaráðum úr fólkaskúlum kring landið og við næmingaráðini í miðnámsskúlunum.  

Endamálið er at fáa eitt so breitt og væl lýst grundarlag sum gjørligt, áðrenn endalig tilmæli verða gjørd um, hvussu eitt aldursmark kann setast í verk, og hvørji onnur átøk kunnu vera neyðug samstundis.

Afturat hesum arbeiðinum verður í Mentamálaráðnum eisini arbeitt við ætlanini um at avmarka snildtelefonir enn meira í fólkaskúlanum.

Til 2: Ein týðandi partur av arbeiðinum er at fáa greiðu á, hvat skal skiljast sum ein sosialur miðil, og hvørjar tænastur eitt møguligt aldursmark eigur at fevna um. Hetta er ikki heilt einfalt. Sosialar funktiónir, algoritmustýrt innihald, samskifti og møguleikar at deila tilfar eru í dag ikki bara á teimum pallum, sum vanliga verða nevndir sosialir miðlar, men eisini á øðrum talgildum tænastum og pallum. Hetta varð eisini umrøtt á teimum innleiðandi fakligu fundunum.  

Arbeitt verður tí við at fáa eitt yvirlit yvir sosialar miðlar og at allýsa, hvørji eyðkenni eiga at vera avgerandi fyri, um ein tænasta skal fevnast av einum møguligum aldursmarki. Endalig støða er tí ikki tikin til, hvørjir einstakir miðlar skulu fevnast av einum aldursmarki. Tað er ov tíðliga at taka endaliga støðu til hetta, áðrenn m.a. tøkniligu, løgfrøðiligu og praktisku avleiðingarnar eru lýstar.

Arbeiðsbólkurin fylgir eisini við gongdini uttanlands og teimum krøvum, sum verða sett teimum stóru tøknifyritøkunum. Í USA hevur Meta í august 2026 gjørt avtalu við ríkisákærumyndugleikar í fleiri amerikonskum statum og økjum um nýggj verndartiltøk fyri ung undir 18 ár á Facebook og Instagram. Millum tiltøkini eru avmarkingar um náttina, færri fráboðanir í skúlatíð, sterkari aldursváttan og víðkað foreldraeftirlit. Meta hevur samstundis heitt á TikTok og YouTube um at seta líknandi verndartiltøk í verk.  

Henda gongdin er áhugaverd í føroyskum høpi, tí ábyrgdin fyri einum tryggari talgildum umhvørvi fyri børn og ung kann ikki bara snúgva seg um børnini og foreldrini, men eisini um, hvørji krøv kunnu og eiga at verða sett teimum pallum, sum børn og ung brúka.

Til 3: Møguleikin fyri talgildari aldursváttan er ein ítøkiligur partur av arbeiðinum. Á fyrsta innleiðandi fakliga fundinum luttóku tveir serfrøðingar frá Talgildu Føroyum, og har varð m.a. umrøtt, hvussu føroyskar talgildar samleikaloysnir møguliga kunnu nýtast í sambandi við aldursváttan.  

Á fundinum kom fram, at tað tøkniliga kann vera møguligt at menna Skjáttuna soleiðis, at hon kann nýtast til at vátta, at ein brúkari hevur rokkið einum ávísum aldri, uttan at fleiri persónsupplýsingar enn neyðugt verða latnar víðari.

Mett verður ikki, at hetta bara er ein spurningur, sum Føroyar kunnu loysa tøkniliga einsamallar.

Skal ein føroysk aldursváttan virka á stórum altjóða pallum, verður mett neyðugt, at pallarnir kunnu taka ímóti og góðtaka slíka váttan. Tí verður eisini hugt at menningini í Norðurlondum og Evropa.

Í Danmark varð tann almenna talgilda samleikaappin AltID tikin í nýtslu í juni 2026. Hon kann m.a. nýtast til at vátta aldur á netinum uttan at lata frá sær navn, føðingardag ella aðrar óneyðugar persónsupplýsingar.  

Danska Digitaliseringsstyrelsen upplýsir, at sosialir miðlar og aðrar nettænastur kunnu nýta AltID til anonyma aldursváttan, og at loysnin fylgir ES-standardum fyri aldursváttan.  

Arbeiðsbólkurin kannar tí eisini møguleikan fyri at byggja víðari á tær talgildu loysnir, vit longu hava, heldur enn at menna eina heilt serstaka føroyska skipan frá grundini. Hetta krevur tó nærri tøkniliga og løgfrøðiliga viðgerð og møguligt samstarv við onnur lond og við teir pallar, sum ein slík skipan skal virka saman við.

Endalig støða er ikki tikin til, hvør tøknilig loysn skal veljast. Hetta er ein av teimum spurningum, sum arbeiðsbólkurin skal lýsa nærri, áðrenn endalig tilmæli verða latin. 

Vinarliga 
Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #