Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Dirvi er at vera bangin, men saðla rossið kortini
- John Wayne
Politikkur

Á ferð síni í Skotlandi hitti landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, hósmorgunin Stephen Flynn, ráðharra í búskapar-, ferðslu- og ferðavinnumálum. Fundurin, sum varð hildin í skotska stjórnarbygninginum, St. Andrew’s House, er hin fyrsti millum umboð fyri nýggju skotsku stjórnina og umboð fyri Føroya Landsstýri.

Umrødd vórðu viðurskifti av felags áhuga fyri londini bæði. Ráðharrin vísti stóran áhuga fyri føroyskum undirsjóvartunlum, og landsstýrismaðurin nýtti høvið at bjóða skotska starvsfelaganum til Føroya at síggja, hvussu vit við tunlum hava megnað at knýta føroyska vegakervið saman.

Landsstýrismaðurin segði seg eisini vóna, at londini bæði frameftir kunnu byggja á tað góða sambandið, sum hevur verið landanna millum í mannaminni.

Eftir fundin í St. Andrew’s House varð vitjað á høvuðsskrivstovuni hjá Bakkafrosti í Edinburgh, har skotska leiðslan tók ímóti. Greitt varð frá virksemi felagsins við skotsku oyggjarnar og Hebridurnar og teimum átøkum, sum eru gjørd síðani Bakkafrost keypti skotska virksemið, sum tey nú byrja at fáa gagn av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #