

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Helicopters hevur verið eftir einum av manningini á einum útlendskum farmaskipi, sum var statt einar 100 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.
Maðurin hevði fingið skaða, og hevði tørv á at koma undir læknahond. Tyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið. Bjargingin tók hálvan sjeynda tíma.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo