Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Astrið Breckmann, løgtingskvinna
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Fremmandamál í fólkaskúlanum
Spurningar:
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við undirvísingini í fremmandamálum í fólkaskúlanum?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at gera týskt til kravda lærugrein í 7. flokki, áðrenn næmingar í 8. og 9. flokki kunnu velja týskt?
3. Hevur landsstýrismaðurin mett um, hvørja ávirkan tað kann fáa á talið av næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, at upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur?
Viðmerkingar:
Í fólkaskúlanum er týskt í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki. Næmingar, sum søkja á hugvísindabreytina á miðnámi, hava higartil skulað havt týskt í fólkaskúlanum.
Sambært upplýsingunum, sum undirritaða hevur fingið, er ætlanin at taka hetta upptøkukravið burtur. Tí verður landsstýrismaðurin spurdur, hvørjar ætlanir eru fyri fremmandamálini í fólkaskúlanum, harundir um týskt skal verða kravd lærugrein í 7. flokki og framvegis vallærugrein í 8. og 9. flokki.
Somuleiðis verður biðið um landsstýrismansins meting av, um broytta upptøkukravið kann fáa ávirkan á, hvussu nógvir næmingar velja týskt í fólkaskúlanum.
Á Løgtingi, 21. august 2026
Astrið Breckmann
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



