FBF: Í januar vann U18 landsliðið við gentum seg víðari í EM undankappingini og skal nú til Kekkia til aðru undankappingina.
Í fyrstu undankappingini í Dublin í januar gjørdist liðið nr. 2 og skal tí frá 26. til 28. mars leika ímóti Kekkia, Kroatia og Ukraina. Dystirnir verða í Kutna Hora, sum liggur áleið 100 km frá Prag í Kekkia.
Annar partur av undankappigini eru skipaður í 5 bólkum, har Føroyar er í bólki D. Teir 5 vinnararnir av bólkunum og 4 teir bestu 2’ararnir fara víðari til EM endakappingina, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.
Høvuðsvenjarin Marjan Nikolic hevur nú úttikið endaliga liðið, sum fer til Kekkia týsdagin 24. mars.
Leikararnir eru:
Edna Henriksen, SÍ
Gunn Gaardlykke, Dráttur
Børka Jákupsdóttir, Fleyr
Bylgja Holm, Fleyr
Marjun á Mýrini, Ikast KFUM
Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ
Halla Haraldsen, SÍ
Josefina Ingibjørg Fjallsbak, SÍ
Ruth Berg Jespersen, TB
Marjun Blástein, B71
Maria Hovgaard, KÍF
Petra Panic, Dráttur
Hjálparvenjarar eru Ingibjørg Sigridardóttir Muller og Kristina Knudsen.
Liðleiðari eru Lena í Buð.
Liðið fer til Kekkia 24. mars og er aftur í Føroyum 29. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



