Ukraina hevur boðið sær at hjálpa Danmark at styrkja dronutilbúgvingina í Danmark.
Tað segði Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, í dag eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini við TV 2.
- Og mann verður eitt sindur rørdur av, at eitt land í kríggi, sum stríðist fyri egnum frælsi - at sjálvt í eini slíkari truplari støðu velur at siga við Danmark, at vit vilja hjálpa tykkum, tí tit hava gjørt so nógv fyri okkum, sigur hann, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



