Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg síggi einki, hoyri alt, men lurti ikki eftir øllum
- hin blindi
Onnur tíðindi

Ukraina hevur skjótt ikki fleiri Patriot rakettir eftir. 

Rakettirnar eru sera týdningarmiklar í verjuni av Ukraina. Tað kom til sjóndar í nátt, tá bert ein av 27 russiskum jørð-til-jørð rakettum vórðu skotnar niður, áðrenn tær raktu málið. Tilsamans vóru 35 raktettir 185 álopsdronur sendar úr Russlandi ímóti málum í Ukraina í nátt. Serliga høvuðsstaðurin Kyiv, men eisini landspartarnir Dnipro, Sumy, Kharkiv og Poltava stóðu fyri skotum, upplýsir ukrainski forsetin.

Tað er USA sum framleiðir Patriot rakettirnar, og tað hevur verið uppá tal, at Ukraina sjálvt skal sleppa at framleiða tær, men amerikanarar hava enn ikki givið grønt ljós.

Minst 9 fólk lótu lív og minst 30 fingu skaða av russisku álopunum á Ukraina síðstu nátt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #