Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk, sum halda seg vita alt, eru ikki til at halda út hjá okkum, sum vita alt
- Isaac Asimov
Onnur tíðindi

Danir hava leingi kjakast um úlvarnir, sum eftir øllum at døma liva vilt í Danmark, eru til ampa fyri fólk. Nú hava nýggjar upptøkur frá einum manni, sum kendi seg hóttan, lagt afturat kjakinum.

Maðurin var ein rennitúr sunnan fyri Råbjerg Mile í Norðurjútlandi, tá ein úlvur við hvølpi kom eftir honum.

Sí videoupptøkur her

Kjakið um úlvin í Danmark snýr seg í høvuðsheitum um, hvussu javnvágin skal finnast millum at verja úlvin sum ein natúrligan part av donsku náttúruni og at verja húsdjór og fólk, samstundis sum reglurnar fyri at skjóta úlv eru vorðnar linari.

Í samrøðu við TV2 sigur Christian Rabjerg Madsen, sum er ráðharri fyri náttúru og djóravælferð, at hann fer at leita sær hjálp hjá útlendskum serfrøðingum, eftir hendingarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #