Í morgin verður eitt lot av vesturhallum suðri, turt fyri tað mesta og hitin um 11 stig.
Týsdagin fer hann upp í norðan og frískar vindin upp í ein strúk, turt fyri tað mesta og hitin um 8 stig.
Mikudagin fyrst útnyrðingur, seinni landsynningur, samdrigið og hitin um 7 stig.
Hósdagin verður ælaveður men eisini løtur við sól, frískur vindur av lágættum, sólin sær onkra løtu men eisini fleiri æl gjøgnum dagin og hitin millum 7 og 13 stig.
Fríggjadagin strúkur í vindi av vestri, ælaveður men eisini onkrar sólløtur, hitin 10 stig.
Næsta vikuskiftið fer at regna mestsum alla tíðina, sunnudagin tó onkrar sólløtur eisini, frískur vindur vestaneftir og hitin um 10 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



