Ongar yvirlits trolingar ella stovnsmetingar sum Havstovan hevur gjørt hava nakrantíð verið rættar. Trolið er bert úti í ein tíma tá fiskurin svimur frammanfyri trolið eina løtu áðrenn hann fer aftur í troli kemur ikki allur fiskurin í troli.
Hví setti Havstovan ikki fiskidagarnir upp í fjør?
Teir eiga at seta fiskidagarnar upp tá meira fiskur er á grunninun, men fiskidagarnir eru ongantíð settir upp teir eru minkaðir hvørt ár síðani 1996, nú fiskidagarnir minkaðir 55% tað er ongantíð gjørd ein røtt stovnsmeting.
Sum stjóri eigur Marita Rasmussen at siga tey sum hava gjørt stovnsmetingarnar úr starvi, tað hevði verið gjørt á øllum arbeiðsplássun um fólk høvdu gjørt at tey sum gjørdu eina meting so arbeiðsgjevarin (Landskassin) og fólk missa fleiri milliardir. Tað er hent hvørt ár síðani í 1995, í 30 ár hevur landið mist ja eg veit ikki hvussu nógv tað er tilsamans, men tað er nógvar milliardir.
Eg havi skrivað um yngul kanningarnar, trolingarnar fyrr, har eru meskarnir í trolinum 160 mm og meskarnir í posanum eru 40 mm. Tað ger at posin er so tættur at ov lítil gjønumstreyming er so yngulin blívur trýstur út frammanfyri posan - pøse effekt – tað vil siga at tað er sum at draga eina spann fram ígjøgnum sjógvin -spannin er full og tað sum kemur aftur ímóti spannini blívur trýst út til síðunar og kemur ikki í posan.
Eyðun Hansen
Vestmanna
17 07 2026
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



