At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Politikkur

Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur tikið avgerð um, at Undirvísingarstýrið og Nám verða løgd saman í ein stovn frá 1. januar 2027. Bygnaðarligu broytingarnar, sum byrjaðu við, at Sernám gjørdist partur av Undirvísingarstýrinum, halda sostatt fram.

Tilgongdin byrjar beinanvegin at tillaga bygnaðin og skapa samanhangandi tænastur til dagstovna- og útbúgvingarøkið. Samanlagdi stovnurin umfatar menning, tænastur, ráðgeving, tilfar, KT, eftirmeting og fyrisiting v.m.

Tað verður stjórin í Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, sum fer at hava leiðsluna av samanleggingartilgongdini í tøttum samstarvi við Eyðun Gaard, stjóra í Námi. Leiðslurnar á báðum stovnum luttaka í tilgongdini saman við øllum starvsfólkunum. Aðrir partar verða eisini knýttir at tilgongdini eftir tørvi.

Málið við samanleggingini er at røkka einum betri samanhangi í virkseminum til gagns fyri skúlar og dagstovnar á ein fjølbroyttan hátt. Samstundis verður roknað við ávísum skipanarligum fyrimunum, sum viðføra ein meiri kostnaðareffektivan rakstur.

Samanlagdi stovnurin fer at hava 88 ársverk og eina játtan á 91,5 mió. krónur. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er roknað við eini samlaðari skerjing á 3 mió. krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #