Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Evni: Undirvísing í føroyskum sum annaðmál, FSA, og integratión
Spurningar:
1. Hví skipa myndugleikarnir ikki FSA undirvísing í fleiri økjum í Føroyum m.a. í Vágum, og hví miðsavnar UVS undirvísingina í FSA, tá undirvísarar eru tøkir í fleiri økjum?
2. Hví miðsavna myndugleikarnir FSA undirvísingina á útvaldar
miðnámsskúlar?
3. Hvussu riggar tað hjá útlendskum arbeiðsfólki at ferðast aftur og fram til og frá undirvísing dagliga eftir loknan langan arbeiðsdag?
4. Er nøkur avtala við arbeiðsgevarar um at loyva útlendskum arbeiðsfólki FSA undirvísing í arbeiðstíð ella um dagin?
5. Hvussu nógvir útbúnir FSA undirvísarar undirvísa í FSA undirvísing í dag og samstarva kommunur og land um undirvísingina?
Viðmerkingar:
Sagt verður, at ein grundleggjandi partur av integratiónini av útlendingum í Føroyum er at læra útlendingar føroyska málið. Hetta siga allir myndugleikar og øll politiska skipanin. Øll ynskja eina smidliga integratión. Føroyingar hava sæð vansarnar við manglandi integratión í m.a. grannalondum okkara.
Hóast hetta týdningarmikla mál, so er veruleikin ein annar, tá tað kemur til at bjóða tilboðini út, og at treyta eina FSA undirvísing, har fólk, sum eru útbúgvin júst til hetta, røkja undirvísingina til endamálið.
Kunngerðin sigur, at undirvísarar skulu hava FSA undirvísingarprógv, og at undirvísing kann skipast á miðnámi ella/og øðrum góðkendum skúlum. Ivasamt er, um praksis í dag er sambært andanum í lógini, verður sagt av fleiri.
Í staðin fyri at ráðføra seg við undirvísarar og arbeiðspláss um tørv og atkomuligheit til undirvísingina, so verður avgerð tikin um at undirvísa á trimum miðnámsskúlum í landinum.
Hetta kann í fyrstu atløgu tykjast skilagott, men veruleikin er, at nógv, sum skulu móttaka FSA undirvísing eru arbeiðsfólk runt alt landið, sum skulu arbeiða fulla tíð fyri at kunna búleikast her á landi. Tað merkir, at møguleikin at móttaka undirvísing er avmarkaður til eftir arbeiðstíð.
Kemur long ferðing til og frá skúla uppí roknistykkið, er møguleikin lítil fyri at kunna náa hesa undirvísing og harvið at røkka endamálinum við hesum parti av lógini.
At skúlamyndugleikin eisini setur krøvini til floksstøddir so høgt, at bert stóru økini kunnu lúka treytirnar, ger, at undirvísingin bert er til tey, sum búgva nær teimum trimum skúlunum, verður sagt.
Fleiri røddir eru frammi um, at vil man integratión, so má man eisini rinda kostnaðin fyri, at øll læra føroyskt, sum skulu búgva her. Hetta eru menniskju, sum eiga at hava rímiligar treytir fyri at læra seg føroyska málið, verður sagt.
Røddir vilja eisini vera við, at samstarvast má við undirvísarar á økinum. Hetta eru fólk, sum kenna til økið, verður sagt.
Fleiri fólk, sum kenna til økið siga eisini, at vit hava lært ov lítið av grannalondunum, og at lata vit standa til, fer FSA undirvísing heldur at mótarbeiða málsligari integratión. Fyri at fáa greiðu á støðuni og ætlanunum, verður hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 23. september 2026
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



