Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Sambandsflokkurin á Fólkatingi: Í uppskotinum til fíggjarlógina fyri 2026 hevur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, gjørt avtalu við donsku stjórnina fyri 30 milliónir krónur. Dentur verður lagdur á gransking og at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum.

Í semjuni eru heili 20,5 mió. kr. settar av til at menna Sjómaq-verkætlanina, sum hevur til endamáls at samansjóða ungdómin í Ríkisfelagsskapinum. Harumframt verður stuðulin til háskúlauppihald í Ríkisfelagsskapinum uppraðfestur við 1,8 mió. kr.

“Tað hevur stóran týdning at basa fordómum millum londini í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin krevur samanspæl, og kunnleiki landanna millum er eitt stig á leiðini”, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna.

Spenta geopolitiska støðan, og veðurlagsbroytingar kenna ikki landamørk. Tískil er tað gleðiligt, at játtanin til gransking í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki, og havgransking verða løgd í eina trygga legu fram til 2029.

Tilsamans eru 7,7 mió. kr. avsettar til gransking í semjuni.

“Eg eri fegin um, at tær verkætlanir, eg havi fingið pening til vega hesi seinastu árini, eru komnar í eina fasta legu. Serliga tá hugsað verður um, at hetta er seinasta fíggjarlógin hjá hesi stjórnini”, sigur Anna Falkenberg.

Afturat játtanini er avtalað at kanna, um ríkisstovnarnir í Føroyum eisini kunnu flagga við Merkinum á almennum flaggdøgum saman við Dannebrog.

Tær 30 mió. kr., sum Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt semju um, eru býttar soleiðis:

- 20,5 mió. kr. til menning av Sjómaq-verkætlanini

- 6,3 mió. kr. til havgransking

- 1,4 mió. kr. til gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjugransking

- 1,8 mió. kr. til uppraðfesting av stuðuli til háskúlauppihald í ríkisfelagsskapinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #