Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak
Lesarin skrivar

Tá eg hugdi í pisa setti eg mær hendan spurningin omanfyri. Spurningurin er ikki nýggjur. Longu í 2006 skrivaði Firouz Gaini um føroysku familjuna sum rættiliga „demokratiska“: Børnini eru sera fræls, tí ein útbreiddur laissez-faire-holdningur til uppaling og sosialisering eyðkennir nógvar føroyskar familjur.

Fá mørk verða sett. Børnini spæla allastaðni og verða bert í undantaksførum steðgað av teimum vaksnu. „Tey eru jú bara børn,“ verður ofta sagt til verju fyri ikki at leggja uppí. „Tað er bara barnaspæl,“ verður eisini sagt, tá flokkar av børnum bera seg at sum óhøviskir bøllar ella verða forkelaðir sum kongar og drotningar í familjuni. Tey skulu leika frítt, uttan eftirlit og aga, og læra av egnum royndum.

Tá PISA 2025 nú vísir, hvussu 15 ára gomul lýsa støðuna í flokshølinum, tykist sama mentanin at fylgja teimum inn í skúlan. Sambært næmingunum er støðan tann, at „í flestu tímunum“ ella „í øllum tímunum“ lurta teir ikki eftir tí, sum lærarin sigur (40 %), at tað er ófriður og óskil (36 %), og at lærarin má bíða leingi eftir, at næmingarnir gerast friðarligir (umleið 30 %). Tá tølini verða samanborin við tølini úr Íslandi, Finnlandi, Noregi, Svøríki og Danmark, eru tey føroysku í flestu førum munandi hægri. Tey benda á nógva spilltíð.

Gaini vísti eisini á, at familjan framvegis er kjarnin, og at børnini ofta hava stóra rúmd og tryggleika. Men rúmd uttan krøv er ikki tað sama sum myndug uppaling. Í uppalingargransking verður vanliga skilt millum ein autoriteran stíl (krøv uttan samrøðu), ein eftirgivnan stíl (varmi uttan mørk) og ein autoritativan stíl (varmi og greið mørk, sum verða hildin). Tað, ið PISA og Gaini saman lýsa, líkist meira tí eftirgivna og anti-autoritera uppalingini í familjunum: tey vaksnu vilja ikki vera „tey strangu“, tí „tað eru jú bara børn“.

Avleiðingin sæst ikki bert í spilltíð. Tá lærarin má bíða, næmingarnir ikki lurta, og óskil ræður, minkar læringin – og tað er júst tað, sum PISA eisini mátar í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum.

At seta mørk er ikki at venda aftur til písk og tøgn. Tað er at taka børnini í álvara: at siga, hvat ið verður væntað, hví tað verður væntað, og at fylgja orðunum upp. Annars gerst frælsið ikki ein møguleiki fyri at læra, men bert ein longri bíðitíð, til lærarin endiliga fær frið.

Jóhannes Miðskarð
PhD í útbúgvingarøkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #