Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag skal løgtingið millum annað viðgerða eitt uppskot hjá Miðflokkinum at veita gjald til fólk sum sjálvi ansa sínum børnum heima. Ískoytið kann í mesta lagi vera 70 prosent av rakstrarkostnaðinum fyri eitt kommunalt stovnspláss, og kommunurnar avgerða sjálvar um tær vilja brúka møguleikan. Endamálið er at geva familjum størri valfrælsi, sigur Miðflokkurin.
Eisini skal tingið endaliga samtykkja at broyta lógina um nýggja kt-skipan til Barsilsskipanina, sum er blivin dýrari enn ætlað. Skipanin skuldi kosta 11 milliónir krónur, men nú avtornar er kostnaðurin 13,5 mió kr og tí mugu fleiri pengar játtast, verður sagt.
Og so skal tingið atkvøða um andstøðuuppskotið um at hækka sonevnda orkuískoytið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



