Svar upp á Fyrispurning nr. 52-038/2026 eftir § 52 a í tingskipanini, um mismun á arbeiðsmarknaðinum vegna aldur og javnviðgerðarlóg, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.
Spurningarnir eru soljóðandi:
1. Nær kann væntast, at lógaruppskot um javnviðgerðarlóg verður lagt fyri tingið, og nær kann væntast, at lógin kemur í gildi?
2. Væntar landsstýriskvinnan, at ætlaða javnviðgerðarlógin fer at fevna um mismun vegna aldur, soleiðis at aldur ikki í sær sjálvum kann vera grundarlag fyri uppsøgn, tá viðkomandi hevur neyðugu førleikarnar?
3. Hvørji grannalond hava lóggávu, ið tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum?
Svar til spurning 1
Ætlanin er at fara undir at arbeiða við einum uppskoti um javnviðgerðarlóg seinni í heyst.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum og aðrir viðkomandi partar so sum MEGD skulu takast við upp á ráð. Mett verður, at lógaruppskotið kann leggjast fyri løgtingið fyrst í komandi tingsetu við uppskoti um gildiskomu 1. januar 2028.
Svar til spurning 2
Tað stutta svarið er ja. Tó kann aldur í summum førum verða avgerðandi fyri, nær tað er loyvt at gera mismun. Tað verður tó einans, um endamálið er lógligt, og mismunurin er neyðugur og proportionalur. Sum dømir kunnu nevnast pensjónsskipanir, lógarásett aldursmørk og einstøk størv við ávísum trygdar- ella heilsutreytum.
Í Norra er loyvt at siga starvsfólki upp, tá ið tey gerast 72 ár. Í hinum grannalondunum kann dentur bara leggjast á aldur undir ávísum umstøðum, har tað skal vera sakliga grundað og standa í rímiligum lutfalli til endamálið. Sambært arbeiðsfyriskipanini hjá ES, Rådets direktiv 2000/78/EF af 27. november 2000 om generelle rammebestemmelser om ligebehandling med hensyn til beskæftigelse og erhverv, kunnu limalondini áseta, at ymisk viðgerð grundað á aldur ikki er mismunur, um ymiska viðgerðin er objektivt og rímiliga grundað og hevur eitt lógligt endamál, eitt nú í lógligum arbeiðsmarknaðar-, starvssetingar- og yrkisútbúgvingarpolitiskum málum, og tiltøkini at røkka endamálinum eru hóskandi og neyðug.
Ætlanin er, at vit í Føroyum eisini leggja okkum upp at ES-reglunum, tá ið tað snýr seg um mismun vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum.
Svar til spurning 3
Øll okkara grannalond hava lóggávu, ið tryggjar javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.
Lóggávan tekur útgangsstøði í arbeiðsfyriskipanini hjá ES, Rådets direktiv 2000/78/EF af 27. november 2000 om generelle rammebestemmelser om ligebehandling med hensyn til beskæftigelse og erhverv. ES-limalondini høvdu skyldu at seta fyriskipanina í verk í nationalari lóggávu longu 2. desembur 2003, meðan Norra og Ísland sum limir í EØS eisini hava sett lóggávu í gildi, sum endurspeglar ES-fyriskipanina.
Almanna- og bústaðamálaráðið, 21. september 2026
Margit Stórá
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



